Verkstaðurin

Ekso er tín óhefti plátu- og lakkverkstaður á Hjalla.

Frá 2022 eru FIXA og Prolakk løgd saman og virka undir einum navni, Ekso, ið heldur til inni á Hjálla 34.

Vit umvæla tryggingarskaðar og eru góðkent verkstað av báðum tryggingarfeløgunum: Trygd og Betri Trygging.

Vit seta altíð kundan i fokus, har mannagongdirnar eru einfaldar og til at skilja – tú trillar bara bilin inn á verkstaðið og hevur skaðanummar við.

Síðani sýna vit skaðan og fráboða sýnsmanni, sum endaliga góðkennir umvælingina. Eykalutir verða bílagdir, og tú fært eina tíð. Málið er, at bilurin kemur á verkstað, so skjótt eykalutirnir eru komnir. Vit umvæla øll bilmerki.

Vit hava eitt vælvirkandi toymi av starvsfólkum við drúgvum royndum, sum leggja seg eftir at útføra dygdargott arbeiði og at veita tær og tínum bili eina fyrstafloks tænastu.

Fólkini

Óli Jákup (O.J.)

Óli Jákup (O.J.)

Tá bilurin skal vaskast og reinast, so er O.J. maðurin. Hann hevur fleiri ára royndir innan bilvask og reingerð. O.J. tosar suðuroyarmál og elskar sítt arbeiði líka nógv, sum hann elskar Suðuroynna, og tað sigur eitt sindur.

Zoltan

Zoltan

Zoltan tosar ikki føroyskt, men tað bilar einki, tí tað gera bilar ei heldur. Hann hevur ófatiligan sans fyri finish. Hann kannar og klárger, og finnur hann bara tað, sum eitur, so verður tað rættað fyrst.

Tummas Pauli av Reyni

Tummas Pauli av Reyni

Spyrt tú hinar, so hevur Tummas Pauli tvær viktigar uppgávur: At vera stjóri og at keypa morgunbreyð. Hann er útbúgvin bilmekanikari, hybridmekanikari, autotaksator og hevur verið í vinnuni síðani 1994.

Niels Jacob Heinesen

Niels Jacob Heinesen

Niels Jacob hevur OCD og eyga fyri detaljum og finish. Hann er útbúgvin goymslumaður í bilavinnuni við nógvum áratíggjum á baki og er sostatt okkara andlit úteftir.

Kristian Martin Garðalíð

Kristian Martin Garðalíð

Kristian Martin bæði kann og ger alt – hann monterar og avmonterar, heintar deilir, avleverar bilar, ger klárt til lakkering, og so ger hann eisini tað góða kaffið.

Girts Jakolevs

Girts Jakolevs

Girts skilur føroyskt, men um tú hevur hug, so ert tú eisini vælkomin at royna teg á lettiskum, russiskum ella enskum. Umframt at umvæla bilskaðar, ger Girts eisini allar mekaniskar og elektriskar umvælingar.

Teitur Heinesen

Teitur Heinesen

Teitur er útbúgvin hjá Prolakk og hevur tikið skúlagongdina í Silkeborg. Hann er okkara VW- og Audiserfrøðingur. Tú kanst stóla upp á Teit – hann fær tingini at henda skjótt og væl.

Jonas Noran Sloth

Jonas Noran Sloth

Jonas er stuttligasti maðurin á verkstaðnum. Hann kann síni ting og hevur ein sertokka til (og serfrøði í) BMW.

Tobias Hermundsson Johansen

Tobias Hermundsson Johansen

Tobias er ein slitmaður. Einki brokk og einki hóvasták. Ja, onkuntíð ivast vit í, um hann yvirhøvur er til arbeiðis, men jújú, hann er her – putlar við okkurt. Og tað verður altíð greitt av hondum væl, skjótt og effektivt.

John C. Hansen

John C. Hansen

John hevur tikið sveinaprógv á College360 í Silkeborg í 2010. Hann umvælir teir stóru skaðarnar og leypur ongantíð framav; nei, hann hugsar tingini væl ígjøgnum, áðrenn tey verða útførd.

Dánjal Sørensen

Dánjal Sørensen

Dánjal hevur tendens at gloyma seg sjálvan burtur – í sínum arbeiði. Hann er altíð til arbeiðis langt áðrenn hinir og er nærlagdur sum fáur. Hann kennir allar vørur og allar blandingar og elskar at royna okkurt nýtt.

Sámal Petur Danielsen

Sámal Petur Danielsen

Sámal hevur arbeitt sum lakkerari í 18 ár. Útbúgvin hjá Prolakk. Allar fyritøkur burdu havt ein sum Sámal Petur – altíð smílandi og klárur við góðum ráðum ella eini hjálpandi hond.

Trilla niðan
á Hjalla 34
188 Hoyvík